Nakað eftir klokkan ellivu í dag hendi eitt ferðsluóhapp í Sandavági.
Annar var á prutli, og hann rendi á hin, sum var til gongu.
Báðir eru teir fluttir á Landssjúkrahúsið. Skaðarnir sóu út til at vera álvarsligir, men meira veit politiið ikki.
Báðir unglingarnir vóru 15 ára gamlir.