Tveir tiknir í sambandi við Politkovskaja-morðið

Russiska løgreglan hevur tikið tveir menn, sum eru undir illgruna fyri at hava beint fyri tíðindakvinnuni Onnu Politkovskaja. Eitt blað í Moskva skrivar frá ónevndum keldum, at løgreglan hevur tikið tveir menn og skuldsett teir fyri morðið.

Anna Politkovskaja varð funnin skotin í Moskva tann 7. oktober í fjør.

Sambært blaðnum tók løgreglan teir báðar menninar eftir at hava kent teir aftur á myndum, sum ein hernaðarligur fylgisveinur hevði tikið morðdagin. Á myndunum sóust teir báðir menninir fara úr húsunum, har Anna Politkovskaja búði, og myndirnar vóru so klárar, at løgreglan kundi síggja, hvørjir menninir vóru.