Tveir á Tórsvølli og tveir á Toftum

Í FSF umhugsa teir at spæla landsdystirnar mitt í viku í høvuðsstaðnum og á Toftum í vikuskiftunum

FSF bossurin er ikki akkurát typan sum leypur upp í loft, tá tað gongur væl. Hann er jarðbundin, og tað er ein vælsignaur eginleiki. Tí hann hevur við sær, at tú heldur ikki fert í kjallaran, tá tað gongur minni væl. Tað hevur tað ofta gjørt hjá landsliðnum.

Men Torleif Sigurðsson duldi ikki sunnudagin, at hann var væl nøgdur við úrslitið:

? Vit fóru upp í altjóða fótbólt fyri at fáa nakað burturúr. Í komandi viku verða tað tíggju ár síðani fyrsta dystin í Landskrona. Tá vunnu vit 1?0 á Eysturríki. Síðani tá hevur tað onkuntið verið buldraligt. Vit hava ongantíð síðani fingið stig í fyrsta dystinum í einari undankapping. So hetta var hugaligt.

Men tað kostar tær eitt sindur?

? Tað er rætt, at í sáttmálanum við spælararnar stendur, at teir fáa fýra túsund krónur í part fyri ein javnleik. Venjarin fær eisini samsýning fyri stigini, so vit kunnu siga, at javnleikurin í dag kostar okkum smáar 100 túsund krónur. Men tað mugu vit liva við.

Tað kann gerast ein dýrur umgangur?

? Tú hugsar um, at um vit vinna, so skulu vit rinda meiri. Tað er rætt, at fyri hvønn sigurin fáa spælararnir átta túsund krónur í part. Tað rinda vit fegnir. Vit halda eisini, at inntøkumøguleikarnir áttu at verið størri, tá tað gongst væl hjá landsliðnum. Vónandi fara vit at síggja tað aftur í stuðli frá vinnulívi og fyritøkum.

Í dystarskránni eru Atlantsflog og Vestlax stuðlar hjá landsliðnum:

? Atlantsflog er hugað at halda fram saman við landsliðnum. Vestlax er nýtt í hesum høpinum. Vit eru sera fegnir um og takksamir fyir, at ein framleiðslu? og útflutningsfyritøka í alivinnuni hevur sýnt landsliðnum áhuga. Vónandi fáa vit eitt gott og fruktagott samstarv við teir.


Tveir á hvørjum staði

Hesa ferð var fyrsti landsdysturin á Svangaskarði síðani í juni í fjør. Tá varð spælt á Toftum 5. ímóti Skotlandi og 9. ímógi Bosnia. Sambært FSF formanninum kann tað væl hugsast, at tað í framtíðini ikki fer at verða spælt við so stuttum millumbili á sama vølli:

? Vit hava tveir vallir, sum vit í FSF ætla at brúka til landsdystir. Komandi ár eru tveir dupult dystir á skránni. Í juni koma Jugoslavia og Sveis henda vegin, og fyrst í september koma Luksemburg og Russland. Vit hava ikki tikið nakra avgerð, men vit umhugsa, at dystirnir, sum verða mitt í viku, skulu spælast á Tórsvølli, og at teir, sum verða í vikuskiftinum skulu spælast á Toftum.

Jugoslavia og Russland hava bæði spælt á Toftum, men um hugsanin hjá Torleifi Sigurðsson og FSF gerst veruleiki, so skulu tey bæði hægst flokkaðu londini í undankappingarbólki eitt spæla á Tórsvølli. Dysturin ímóti Jugoslavia verður mikudagin 6. juni, og tann ímóti Russlandi verður mikudagin 4. september. Sveis skal so spæla á Svangaskarði leygardagin 2. juni og Luksemburg leygardagin 1. september.

Í komandi mánað fer landsliðið út at ferðast. Leygardagin 7. oktober skulu teir spæla í Zürich í Sveis, og mikudagin 11. oktober skulu teir spæla í Beograd í Jugoslavia.

jh