Løgmaður hevur síðani tikið málið upp. Tað tók ikki løgmanni og hansara umsiting langa tíð at koma til ta niðurstøðu, at Mentamálaráðið hevur borið seg skeivt at. Løgmaður heitti tí longu tann 15. nov. 2007 á Mentamálaráðið um at ógilda skrivið.
Tíðliga í desember boðaði Mentamálaráðið frá, at ráðið fór at svara løgmanni innan eina viku, tvs í seinasta lagi tann 12. des. Eg hevði tí væntað at fingið góð tíðindi úr Mentamálaráðnum fyri jól, men haðani er onki svar komið enn.
Eg fari tí alment at spyrja landsstýrismannin í mentamálum:
Nær fer Mentamálaráðið at fylgja áheitan løgmans og ógilda skrivið frá 14. sept. 2007?
Ella ætlar landsstýrismaðurin at ganga ímóti áheitan løgmans?
07.01.2008










