Nýbygging
Herfyri komu tveir nýbygdir skrokkar á Havnina. Skrokkarnir eru komnir úr pólska býnum, Gdansk, har teir eru bygdir.
Ein danskur sleipibátur sleipaði báðar skrokkarnar til landið. Undir sleipinum longu leiðina heim úr Pólandi hekk annar skrokkurin einar 300 metrar afturút og hin aðrar 300 metrar afturúr tí fyrra.
Sáttmálin føroyskur
Tað er Tórshavnar Skipasmiðja, sum eigur sáttmálan við reiðaríini, ið hava latið bátarnar byggja. Teir eru projekteraðir og teknaðir á skipasmiðjuni, og nú skrokkarnir eru komnir til landið, verða bátarnir gjørdir lidnir í stóru byggihøllini, sum skipasmiðjan hevur.
Annar báturin kemur í flotan fyri trolbátin, Hansu Mariu á Toftum og hin fyri Dúgvuberg, sum vestmenningar nú eiga.
Sambært sáttmálanum verða teir lidnir og klárir at fara til fiskiskap flaggdagin komandi, 25. apríl.
Samlaði byggikostnaðurin verður einar 9-10 miljónir krónur fyri hvønn bátin ? alt eftir, hvussu teir verða útgjørdir, og um útgerð møguliga kemur úr gomlu bátunum, sum feløgini eiga.
Hansa Maria og Dúgvuberg hava loyvi at royna á landleiðini um sumrarnar, og nýggju bátarnir eru eisini bygdir sambært teimum treytum, sum her eru galdandi.
Snøggir bátar
Skrokkarnir, sum í dag liggja við bryggjuna undir Tórshavnar Skipasmiðju, eru snøggir á at líta. Teir líkjast teimum stóru skipunum í útsjónd og eru vakrari enn bátarnir, sum eitt nú leirvíkingar hava latið byggja í Íslandi.
Manningarumstøðurnar umborð verða góðar. Har frammi í skipinum verða tvey tvey-manskømur og beint aftanfyri í bakborði verður skiparakamarið. Messan verður yvirav skiparakamarinum og beint aftanfyri manningarkømrini.
Trolposin verður eins og á teimum størru skipunum tikin inn afturi á hekkuni, og síðan fer fiskurin niður í pavnar. Haðani eru lúkur at lata upp, soleiðis at fiskurin kemur inn á arbeiðsdekkið, sum partvís er klatt við rustfríum stáli.
Enn er ikki endaliga avgjørt, hvussu arbeiðsdekkið, sum eisini er innilokað, verður innrættað.
Lastin er eisini klødd við rustfríum stáli.
Sosialurin var umborð á bátunum fríggjadagin, har ein maður hjá Tórshavnar Skipasmiðju vísti okkum runt.