Tveir sigrar og tvey tap

Bæði U17-landsliðið og U19-landsliðið við dreingjum hava farnu dagarnar verið á venjingarlegu í Pinatar í Spania

Málskjúttarnir hjá U19-landsliðnum ímóti Skotlandi: Torkil Holm Jespersen, Jónas Prior og Bartal Páll Klein - Mynd: Ingi Arge

Tveir sigrar og tvey tap. Tað gjørdist samlaða úrtøkan hjá U17- og U19-landsliðunum við dreingjum, sum seinastu dagarnar hava verið á venjingarlegu í Pinatar í Spania, har venjingardystir eisini vóru á skránni.

 

U17-landsliðið fekk møguleikan at royna seg ímóti tveimum sponsku dreingjaliðum. Í fyrra dystinum taptu Føroyar 3-0 fyri Real Murcia, meðan seinni dysturin, sum var ímóti UCAM Murcia, endaði við 3-2 sigri til Føroyar. Málini skoraðu Djóni Sivertsen, Dávid Reynheim og Páll Müller.

 

Um ein mánað skulu U17 dreingirnir í eldin aftur, tá EM-undankapping er á skránni. Føroyar eru í bólki C3, saman við Hollandi, Kroatia og Albania, ið er vertur fyri kappingini.

 

##med2##

 

Loyptu hvøkk á Skotland

 

Hjá U19 dreingjunum gjørdist talan eisini um ein sigur og eitt tap í venjingardystunum, sum vórðu spældir á Pinatar Arena. Fyrri dysturin, sum var ímóti Skotlandi, bleiv rættuliga málríkur. Úrslitið gjørdist 5-3 til Skotland, eftir at Føroyar ta einu løtuna stutt eftir steðgin vóru á odda 3-2. Málini skoraði Jónas Prior, Torkil Holm og Bartal Páll Klein.

 

Í seinna dystinum var mótstøðuliðið Turkmenistan, og hesaferð hilnaðist betri. Føroyar vunnu 3-1, eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum. Málini skoraðu Aron Benjaminsen, sum gjørdi tvey, og Djóni Samuelsen.

 

Næst á skránni hjá U19-landsliðnum við dreingjum er EM-undankappingin, sum verður í Kosovo um miðan november. Hini bæði londini í bólkinum eru Spania og Eysturríki.

 

##med3##

 

Málskjúttarnir hjá U19-landsliðnum ímóti Skotlandi: Torkil Holm Jespersen, Jónas Prior og Bartal Páll Klein - Mynd: Ingi Arge

Málskjúttarnir hjá U17-landsliðnum: Djóni Sivertsen, Dávid Reynheim og Páll Müller – Mynd: Ingi Arge

U19-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Turkmenistan – Mynd: Ingi Arge