Tveir seljarar við fiski

Á marknaðarplássinum í Vágsbotni í dag fæst fiskur til keyps hjá fólki, sum kundu ynskt sær ein fiskabita í kvøld ella í vikuskiftinum. Hevur tú hug til fiskamat, er møguleikin at leypa oman í Vágsbotn nú seinnapartin. Í hesi løtu eru tveir fiskaseljarar við fiski og ymiskum fiskavørum.

Ein útróðrarmaður er við feskum fiski, og her er bæði toskur, upsi og høvd. Dugir - ella tímur - tú ikki at skera fiskin, er útróðrarmaðurin til reiðar við knívinum og sker fyri teg.

Sjógæti, sum er fyritøkan við Norðskála, er eisini við sínum fiskavørum, og her er talan um fleiri ymiskar úrdráttir úr fiski.

So, ert tú í høvuðsstaðarøkinum, og tú mungar eftir fiski - er svarið í hesi løtu marknaðarplássið í Vágsbotni.