Tveir politistar viga meir enn tveir ungir dreingir

Hóast politistarnir gjørdu eitt mistak, tá ið teir tóku ein mann fyri at koyra ov skjótt, má hann nú kortini taka koyrikortið av nýggjum

Tá ið tú stendur frammanfyri dómarunum, viga frásagnirnar hjá politistunum nokk so nógv.

Tað mátti ein ungur maður staðfesta í Landsrættinum nú ein dagin.

Hann varð ákærdur fyri at hava koyrt so skjótt, at hann stóð til eina treytaða frádøming.

Men politistarnir, sum tóku hann, gjørdi eitt mistak. Og vit hava mangan hoyrt um, at mistøk hjá politistum hava ført við sær, at fólk sleppa undan dómi, tí prógvini skulu vera skottrygg.

Og maðurin, sum varð tikin, noktaði seg sekan. Hann segði seg ikki hava koyrt so skjótt, sum politistarnir søgdu. Ein ungur drongur, sum var við honum í bilinum styðjaði hansara frágreiðing, tí hann helt heldur ikki, at ferðin hevði verið so nógv.

Hvørgin teirra hevði kortini hugt at ferðmátaranum, greiddu teir rættinum frá.

Men í hesum føri vigaði orðini hjá politistunum so mikið tungt, at landsrætturin trúði teimum, heldur enn teimum báðum ungu dreingjunum.


Slettaðu úrslitið

Málið tók seg upp ein dagin, tveir politistar gjørdu ferðmátingar í Havn.

Frammanundan kannaðu teir alla útgerðina eftir forskriftunum fyri at tryggja sær, at alt virkaði, sum tað skuldi.

Einaferð, teir kannaðu ein bil, máldu teir ferðina til 87 kilometrar um tíman, men í slíkum førum fáa bilførarar ein ávísan avsláttur fyri at hava vissu fyri, at prógvini halda.

Tí varð hann ákærdur fyri at hava koyrt 84 kilometrar um tíman. Men tað var í bygdum øki og tískil varð kravið, at hann skuldi missa koyrikortið.

Men politistarnir gjørdu eitt mistak.

Tá ið ein bilur verður tikin fyri ferð, skal úrslitið av mátingini beinanvegin skrivast niður í ein lista, sum politistarnir hava við til endamálið. Mátingin skal skrivast upp ímeðan hon stendur á skerminum og áðrenn ein nýggj máting verður gjørd.

Tað er fyri at tryggja, at blandingur ikki kemur í.

Men tað gjørdu politistarnir ikki í hesum føri.

Tann, sum tók mátingina, segði við hin politistin, at ferðin var 87 kilometrar um tíman og teir sóu eisini báðir mátingina, men teir skrivaðu onki niður. Ístaðin koyrdu teir aftaná bilføraran fyri at steðga honum.

Tá ið teir steðgaðu bilinum, kravdi bilførarin at síggja mátingina, men tá ið politisturin skuldi rætta apparatið yvir ímóti honum, komu hann at trýsta á ein knøtt, so mátingin varð slettað.

Táið onki prógv var, noktaði maðurin seg sekan. Hann viðurkendi, at hann hevði koyrt meiri enn 50 kilometrar um tíman, men hann hevði avgjørt ikki koyrt so skjótt, at hann skuldi dømast til at taka koyrikortið av nýggjum.


Ongin orsøk at ivast

Tá ið málið var fyri í Føroya Rætti, varð drongurin fríkendur, tí rætturin helt ikki, at prógvini vóru nóg dygg. Rætturin segði, at hann hevði koyrt ov skjótt, men at tað ikki kundi prógvast, at hann hevði koyrt so skjótt, at hann skuldi taka koyrikortið av nýggjum.

Av tí sama legði ákærdi málið inn fyri landsrættin og tað loysti seg.

Ákærin helt, at tað var ongin ivi um úrslitið, tí tveir politistar høvdu sæð úrslitið av ferðmátingini og at hetta var tann síðsta mátingin, teir høvdu gjørt, so her var onki, sum blandingur kundi koma í.

Hann helt eisini, at tað er ongin orsøk til at ivast í minninum hjá tveimum politistum og at vrakað mátingina av tí at hon ikki varð skrivað niður beinanvegin.

Verjin helt ikki, at prógvini vóru haldgóð, tí prógvið er treytað av minninum á politistunum og tað var gingin ein góð løta frá tí at mátingin varð gjørd, til bilurin varð steðgaður.

Landsrætturin gav ákæranum viðhald og dømdi mannin at missa koyrikortið treytað í trý ár og at betala 1900 krónur í bót.

Landsrætturin helt ikki, at nøkur grund var til at ivast í minninum hjá teimum politistunum. Rætturin staðfesti eisini, at hóast báðir teir ungu dreingirnir í bilinum tvíhildu um, at teir høvdu ikki koyrt so skjótt, sum politistarnir søgdu, høvdu teir eisini greitt frá, at hvørgin teirra hevði hugt eftir ferðmátaranum.

Tað merkir at bilførarin skal upp til nýggja koyriroynd áðrenn tríggir mánaðir eru farnir. Klárar hann ikki royndina, missir hann koyrikortið. Klárar hann royndina, varðveitir hann koyrikortið, men ger hann nakað brot tey næstu trý árini, sum hevði ført við sær ein dóm afturat, missir hann koyrikortið.