Ósigrar og smildraður tennisketsjari

Langa sigursrøðin hjá tennis stjørnuni, Novak Djokovic, fekk í gjár ein bráðan enda.

 

 

Nú gekk ikki longur. Langa sigursrøðin hjá tennis stjørnuni, Novak Djokovic, fekk í gjár ein bráðan enda. Semifinalan, ið sambært flestu serfrøðingunum fór at gerast fyrsta veruliga avbjóðingin hjá heimsstjørnuni í OL kappingini, vísti seg at gerast ov stórur biti. Novak Djokovic tapti nevniliga 2-1 í settum (6-1, 3-6, 1-6) fyri týska Alexander Zverev í semifinaluni í gjár.

 

Djokovic byrjaði serstakliga væl, og vann fyrsta settið heili 6-1. Hann var omaná leikliga eins og sálarfrøðiliga. Søgan broyttist tó markant, tí Zverev fekk við sínum neyvu og hørðu servum veruliga sett seg á dystin. Bakhond hansara var eisini ein styrki. Djokovic gjørdist illsintur, og Zverev gagnýtti yvirtakið og vann dystin.

 

 

 

Tapti bronsudystin          

 

Djokovic skuldi í dag royna at hevna tapið í semifinaluni, tá ið mótstøðuspælarin Pablo Carreno Busta bjóðaði honum av í einum dysti um bronsuna. Dysturin var merktur av, at Djokovic hevði mist møguleikan at gera ein “Golden Slam” (t.e. at vinna allar Grand Slam kappingar og OL sama árið) og tískil væntaði neyðugu motivatiónina. Mótstøðuspælarin hevur spælt enn eina góða kapping, men vantar enn eitt sindur fyri at koma upp á hægstu hyll. Djokovic endaði við at tapa dystin 2-1 í settum (4-6, 7-6, 3-6) og fer hann heim við brotnum ketsjara, ið hann smildraði eftir at hava tapt eitt “partí”, og harafturat uttan at hava ognað sær nakað heiðursmerki.