Ein maður í tjúgunum er nú varhaldsfongslaður í tríggjar vikur fyri at hava sligið tveir mans við knúgvajarni í miðbýnum í Havn. Tá ið hann fór í býin fríggjakvøldið, hevði hann nevniliga knúgvajarn uppi á sær, og tað tók hann fram, tá ið hann kom til ilnar við tveir mans í miðbýnum í Havn um náttina.
Løgreglan sigur, at hann sló fyrst ein mann við knúgvajarninum og síðani sló hann ein mann afturat. Báðir menninir, sum vórðu slignir, fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar. Annar hevði fingið eitt opið sár í pannuna og samstundis er illgruni um, at hin hevur brotið eitt bein í andlitinum, men tað skal nú kannast gjølligari.
Løgreglan tók mannin, sum hevði sligið, men tá ið hann varð handtikin, gjørdi hann slíka mátstøðu, at hann breyt ein rút í løgreglubilinum, hann varð koyrdur í. Løgfrøðingarnir hjá løgregluni mettu, at talan var um so groft mál, at tað varð avgjørt at føra mannin fyri rættin í gjár, og har varð hann varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur fyri grovan harðskap.
Hann er eisini skuldsettur fyri at hava brotið vápnalógina, tí tað er ólógligt at hava knúgvajarn, og harafturat er hann somuleiðis skuldsettur fyri herverk á ein løgreglubil.
Ein annar maður, sum eisini var uppi í, og sum hevði sligið hinar báðar menninar, varð eisini tikin og avhoyrdur, men hann varð síðani leyslatin
Hesar tríggjar vikurnar, maðurin skal sita í varðhaldinum, skal løgreglan brúka til at lýsa málið út í æsir, og so skal maðurin aftur førast fyri rættin, har hann fær sín endaliga dóm.