Tveir mans saknaðir í Hestfirði

Eftir at ein bátur gekkk burtur í morgun, eru tríggir menn funnir á lívi. Tveir menn eru framvegis saknaðir. Heri Andreasen, løgreglumaður, segði við útvarpið klokkan 10, at eitt neyðarkall kom inn um 7 tíðina í morgun, tí báturin, teir vóru við, var um at søkka í Hestfirði. Teir vóru á veg heim aftur av bátastevnuni í einum skjóttgangandi báti.

Tá bjargingarliðið kom á staðið, vóru tveir mans komnir upp á helluna við Velbastað, meðan ein triði varð funnin á sjónum. Teir eru fluttir á landssjúkrahúsið og hava tað eftir umstøðunum gott.

Leitað verður tó framvegis eftir tveimum monnum. Løgreglan veit, hvør annar av saknaðu monnunum er. Hin fimti er ókendur.

Tríggir menn vóru á veg heim av bátastevnuni, tá tveir menn bóðu lova sær við. Eingin av teimum trimum, sum eru funnir, kendu hin fimta mannin.

Portalurin fylgir málinum.