Nógv fólk hava verið í býnum í Havn í nátt, og løgreglan hevur havt nógv at gera, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum sigur, at veðrið var gott – og at føstulávintshald merktu býarlívið.
Um eitt tíðina var rok í Sverrisgøtu millum gongugøtuna og Tórsgøtu. Har vóru eini 50-75 ung fólk savnað, og har var 'keðiligur stemningur', sum vaktleiðarin málber seg. Hann sigur, at har var skumpan, og har var eisini áfast millum onkran teirra. Løgreglan bað tey tí fara í ymsar ættir.
– Onrkan teirra skulu vit tosa nærri við í dag, og so fáa vit at síggja, um meira verður gjørt við málið, sigur vaktleiðarin.
Um hálvgum tvey tíðina varð ein maður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar fyri at hava víst harðligan atburð. Hann var tikin við á støðina, har hann hevur gist í nátt. Hann leyslatin í morgun við eini bót.
Stutt fyri klokkan 3 var ein maður, sum vildi vísa sína ónøgt við løgregluna við at vísa teimum longutong.Hann var skuldsettur fyri tað og fekk eisini eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar við at vísa forhánisligan atburð móti løgregluni.
Um trý tíðina var aftur rok, hesaferð uttan fyri Club X í Tórsgøtu. Har var ein sum hevði gjørt seg inn á ein av vaktunum. Hetta er eisini mál, sum løgreglan arbeiðir víðari við í dag.
Klokkan fýra var aftur galið, hesaferð á Tinghúsvegnum, har áfast var millum nøkur ungfólk. Og tá løgreglan royndi at greiða málið, var ein persónur, sum alla tíðina blandaði seg uppí. Sjálvt um løgreglan bað hann fara sín veg, sum bleiv hann við at órógva løgregluna. Tað endaði við, at hann varð tikin við á støðina, og hevur eisini hann gist í brummuni í nátt. Hann er eisini latin leysur við eini brot á skilhaldsreglanar, tí hann ikki vildi upplýsa, hvør hann var, og tí hann ikki fylgdi boðum frá løgregluni.
Og stutt eftir var tað so ein, sum stillaði seg á vegin fyri at forða løgreglubilinum at koyra. Hann er eisini skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglanar.










