Ein jarðskjálvti, sum var 6,4 á Richter-stiganum, var við Andreanof-oyggjarnar við Alaska í nátt, og ein lítlan hálvan tíma seinni skrásettu jarðfrøðingarnir enn ein skjálvta, sum var 6,1 á Richter-stiganum.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í tí fyrra jarðskjálvtanum var 21 kilometrar undir jørð einar 60 fjórðingar í landssynning úr Adak, sum er í Andreanof-oyggjabólkinum.
Umleið 200 fólk búgva á Adak, men einki er frætt um skaða. Amerikonsku myndugleikarnir hava heldur ikki sent út ávaring um flóðaldu.
Jarðskjálvtar eru rættiliga vanligir við Adreanof-oyggjarnar. So seint sum í august var ein skjálvti, sum var 6,4 á Richter-stiganum.