Tveir hval dripnir í Skálafirði í nátt

Teir báðir hvalirnir, ið vórðu sleptir í grindini í Havn í gjár, endaðu inni á Skálafjørðinum.

 

Jacob Vestgaard, sýslumaður í Eysturoy, sigur, at teir vórðu dripnir í nátt í nýggju hvalvágni í Skálafirði.

 

Eins og í Havn, so verður grindin latin til ellisheim, tí tað vórðu so fáir hvalir.