Tveir handtiknir við spreingievni í Keypmannahavn

Løgreglan fann eitt kilo av spreingievni heima hjá øðrum manninum.

Tveir menn á Nørrebro vóru í gjár handtiknir av løgregluni, eftir at løgreglan fann eitt kilo av plastiskum spreingievni heima hjá øðrum manninum. Løgreglan legði eisini hald á spreingiperlu og krúttráð. Hesum boðar dr.dk frá í morgun.

 

Løgreglan í Keypmannahavn vil ikki siga nakað um, hvat spreingievni var ætlað til, men sambært DR Nyheder var talan um "vanligan kriminalitet" og ikki yvirgangsætlanir.

 

Menninir, ið eru 31 og 33 ára gamlir, nokta seg sekar.

 

- Spreingievni var funnið heima hjá øðrum manninum. Talan er um tvær ferðir 500 gramm, og vit hava eisini funnið fjús og spreingiperlu, sigur høvuðsákærin Stig Fleischer, við dr.dk.

 

Hin maðurin, ið er handtikin, er undir illgruna fyri at verða tann, sum hevur fingið spreingievni til vega.

 

Grundlógaravhoyr av monnunum verður seinni í dag.