Tveir gøtumenn til ÍF

Poul Ennigarð og Hans Pauli Petersen skulu báðir spæla í reyða ÍF-búnanum í ár

Fótbóltur

 

Lagið var av tí besta, tá ÍF helt ársveitslu leygarkvøldið.

Fleiri nýggjar troyggjur vórðu sýndar fram, og á nummar 6 og 13 eru tvey nýggj nøvn.

Poul Ennigarð, sum ikki gjørdi nakað serligt við fótbóltin í fjør, hevur skrivað undir eitt-ára sáttmála við ÍF, sum hann eisini spældi við fyri nøkrum árum síðani.

Og eisini kemur Hans Pauli Petersen við Poul úr Gøtu. Hans Pauli gjørdi heldur ikki tað heilt stóra við fótbóltin í fjør, men nú hevur hann so tikið gaggurnar framaftur, og hann skal soleiðis eisini vera partur av hópinum hjá ÍF.

Eisini