Tveir føroyingar á næststørsta leikpall í Danmark

Tveir ungir føroyingar hava fingið starv á Aarhus Teater fyri leikárið 2015/2016, saman við trimum øðrum.

Sofía Nolsøe Mikkelsen og Kjartan Hansen hava fingið starv á Aarhus Teater fyri leikárið 2015/2016, saman við trimum øðrum. Hesi fimm skulu, saman við teimum 13 sjónleikarunum í føstum starvi, mynda leikárið hjá Aarhus Teater fram til summarið 2016.

 

Listarligi stjórin á Aarhus Teater, Mick Gordon er glaður um at kunna bera hesi tíðindi.

- Eg gleðist um at kunna bjóða fimm nýggjum, ungum og fantastiskum sjónleikarum upp í okkara leiklið. Sjónleikararnir umboða eina blanding av nýggjum blóði og sterkum royndum, sum vilja smelta væl saman við og stuðla okkara frammanundan sterka leikliðið.

- Sum landslutarleikpallur og næst størsta sjónleikarahús í landinum, er tað týndingarmikið, at hava eitt leiklið, sum er kjarnarn í øllum, vit gera. At hava eitt leiklið, sum við tíðini er vorðið eitt rárt fyribrigdi í donskum leikhúsum, skapar eitt listaligt framhald, og lýsir okkum sum listaligan mentanarstovn. Úr hesum sprettir okkara verð, og tað er eisini leikliðið, sum hjálpir okkum at velja tær framførslur, ið verða settar á skrá hjá okkum.