Sum vanligt, so er tað ymiskt hvørji mál teir politisku flokkarnar raðfesta til komandi løgtingsval, tó at teir summum málum eru púra samdir. Millum annað eru flokkarnir samdir um, at tað er neyðugt at geva lág- og meðallønt eina skattalættan, meðan flest allir flokkar eisini siga, at teir ynskja at leingja barnsburðarfarloyvið við løn til eitt ár.
Tað eru tó ein rúgva av málum, ið flokkarnir raðfesta ymiskt. Eitt teirra er gransking.
Granskingarráðið hevur gjørt eitt yvirlit yvir hvat teir ymisku flokkarnir skriva um gransking í teirra valskráum. Tveir flokkar nevna slett ikki gransking í teirra valskrá, meðan teir flestu flokkarnir nevna gransking heilt stutt.
Undantøkini eru Javnaðarflokkurin og Framsókn, ið hava longri orðingar.
Hetta er tað, ið flokkarnir skriva um gransking:
Fólkaflokkurin
“Vit vilja fremja útbúgving, menning og gransking innan fiskivinnu fyri at økja úrtøkuna við somu veiðinøgd.”
Sambandsflokkurin
Einki stendur um gransking.
Javnaðarflokkurin
“Styrkja vinnugransking”. Í málsetningunum stendur víðari: “Raðfesta gransking. Satsøkið er 10 milliónir kr. til vinnuliga gransking í fýra ár. Vinnan skal koma við einari krónu fyri hvørja krónu, tað almenna stuðlar við. Vinnan skal eisini eggjast til sjálv at styrkja gransking.” og “Ein útbúgvingar- og granskingarpolitikkur skal mennast á heilsuøkinum”.
Nýtt Sjálvstýri
Einki stendur um gransking.
Tjóðveldi
“Útbyggja Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlan og granskingina umframt bæði handaligar og bókligar miðnámsútbúgvingar.”
Framsókn
Ein støðug eftirmeting og gransking skal tryggja okkum, at vit í Føroyum hava bæði ein góðan tíðarhóskandi fólkaskúla og ein miðnámsskúla, sum fyrireikar okkara unga fólk at taka við stórum ábyrgdum.
Framsókn miðar eftir framhaldandi at styrkja hægri lestur og gransking, bæði hvat játtanum og ymsum samstørvum viðvíkur.
Miðflokkurin
“Menna útbúgvingarmøguleikar og gransking innan fiskivinnuna.”