Ferðavinna
Í morgun kom gamla norska skúlaskipið Statsraad Lehmkuhl á Havnina. Hetta er ein gamal kenningur sambært Torleivi Mikkelsen frá Tor Shipping, ið umboðar skipið. Hóast skipið enn onkuntíð ger túrar sum vanligt skúlaskip, so verður skipið í høvuðsheitinum brúkt til leigutúrar. Eitt nú eru á hesum túrinum nakrir norskir háskúlar umframt privatfólk, ið hava keypt sær ein túr umborð. Skipið verður liggjandi eitt døgn í Havn. Í hesum sambandi verður skipað fyri útferðum í Føroyum. Manningin er sambært umboðsmanninum heldur blanda, her eru folk í nógvum ymiskum aldrum og við ymiskum bakgrundum.
Statsraad Lehmkuhl var tvær reisurnar í Føroyum í fjør og sambært umboðsmanninum eru yvirmenninir teir somu hesaferð.
Skipið er bygt í Bremerhaven í 1914 og er 258 fót. Í teimum trimum mastrunum eru 22 segl, ið tilsamans eru yvir tveir ferkilometrar av segldúki. Skipið hevur umframt seglini maskinu, og hendan megnar at sigla 11 fjórðingar um tíman, men við seglum er mesta ferðin 17 fjórðingar um tíman.










