10. mai í ár lat upp listaframsýning á »Det Nationalhistoriske Museum« á Fredriksborg slotti. Her er talan um eina sokallaða »portræt-framsýning«, sum Portræt nú skipar fyri. Framsýnarnir eru úr Norðanlondum og Eysturevropa.
Framsýningin verður hildin annaðhvørt ár, og er hetta sostatt sjeynda ferðin hon verður hildin.
##med2##
Í ár komu ikki færri enn 1.638 listaverk inn, og vórðu av hesum 128 vald at sýna fram.
Millum hesi 128 vóru tveir føroyingar, nevnliga Beinta á Torkilsheyggi í Tórshavn og Sigrun Gunnarsdóttir á Eiði.
Fotomyndin, sum Beinta fekk við, hevur heitið »Vinur mín og eg«, og málningurin hjá Sigrun hevur heitið »Móðir Teresa á Eiði«.
Í frágreiðing til mynd sína skrivar Beinta:
»I en lille landsby på Færøerne, kaldet Selatrað, bor Jangrím. Han er organist i landsbyens kirken og lever alene i sit barndomshjem som ligger yderst i landsbyen.
Jangrím fik en dag øje på en svane der var blevet væk fra sin flok, og hvis vinge var brækket.
Jangrím tog sig af svanen og den blev hans bedste ven. Efter seks år er de stadig bedste venner.«
##med3##
Sigrun skrivar soleiðis um sín málning:
»Moder Teresa på væggen og Moder Teresa i stolen, begge to med en stærk kristen tro. Den ene arbejdende i Indien og den anden på Færøerne. Begge med et opofrende sind.
Et forbillede for os andre.«
Tað er Carlsberggrunnurin, ið letur virðislønir. Ein av hesum virðislønum er »áskoðaravirðislønin« og ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Portræt Nu og atkvøða fyri teirri mynd, ið einum dámar best. Hetta kann gerast fram til 5. august 2019, tá framsýningin letur aftur.
Heimasíðan hjá PORTRÆT NU er: https://portraitnow.org/da/