Triðja umfar í bestu fótbóltsdeildini er á skránni hetta vikuskiftið. Tveir dystir eru á skránni í dag. Á Eiðinum í Vági fær FC Suðuroy vitjan av grannunum í TB, og við Margáir í Streymnesi fær EB/Streymur vitjan av ÍF.
Felags fyri hesi fýra liðini er, at tað ikki hevur eydnast nøkrum av teimum at vinna fulla úrtøku í tveimum teimum fyrstu umførunum. FC Suðuroy eigur framvegis fyrsta stigið til góða, EB/Streymur hevur einaferð spælt javnt og einaferð tapt, og hini bæði liðini – ÍF og TB – hava í báðum teimum fyrstu umførunum verið partar av javnleikum.
FC Suðuroy-TB: Petur Reinert kl. 15.00
EB/Streymur-ÍF: Páll Augustinussen kl. 16.00









