Tveir bilar fingu stóran skaða í óhappi

Seinnapartin í gjár fingu tveir bilar stóran skaða í einum ferðsluóhappi í Vágum. Og annar bilførarin mátti eisini á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Ein bilur kom koyrandi eftir Vatnarvegnum, har tað er loyvt at koyra 80, men av eini ella aðrari orsøk koyrir bilførarin út ímóti bilaverjuni og steðgar.

 

Men bilurin stingur nakað út á Landsvegin og tað er heldur ikki pláss ímillum bilin og hindrunarstrikuna mitt eftir vegnum. Og tá ið ein vøruvognur kemur koyrandi sama veg, rakar høgra síða á vøruvogninum, vinstru síðu aftan á á persónbilinum.

 

Løgreglan sigur, at báðir bilarnir fingu so mikið stóran skaða, at teir máttu sleipast burtur, og bilførarin á persónbilinum mátti á Landssjúrahúsið til kanningar.

 

Løgreglan fer nú at kanna, hvør av bilførarunum skal ábyrgdast fyri óhappið, ella um báðir eru partvíst sekir. Úrslitið kann nevniliga vera, at bilførarin, sum parkeraði, kann ábyrgdast fyri at parkera soleiðis at bilurin var til ampa fyri ferðsluna, og at bilførarin á vørubilinum verður ábyrgdaður fyri ikki at vera nóg ansin.