Ein meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið, gevur Vinstra tveir fólkatingslimir afturat samanborið við kanningarnar teir seinastu dagarnar. Framgongdin hjá Vinstra broytir kortini ikki so nógv ímillum teir báðar blokkarnar, tí Vinstri tekur annan tinglimin frá Danska Fólkaflokkinum.
Hin kemur frá Socialdemokratunum, og tí tódnar munurin millum blokkarnar eitt lítið vet. Sambært kanningini hjá Epinion høvdu andstøðuflokkarnir fingið 93 tinglimir og stjórnarflokkarnir og teirra stuðlar 82, um valið var í dag. Í síðstu viku vóru tølini 94 og 81 í kanningunum hjá Epinion.