Útvarpstíðindini, sum hvurvu

Grønland verður ongatíð sjálvstøðugt, sigur búskaparprofessari í London og ræður Grønlandi til ikki at stremba eftir sjálvstýri, men heldur at halda saman við Danmark. Orðini kundu eins væl verið søgd um Føroyar.

Í tíðindasendingini kl. 10 hósmorgunin bar útvarpið tíðindi frá búskaparprofessaranum Anna Sibert við Birkbeck universitetinum í London, har hon vísir á, at Grønland ongatíð verður sjálvstøðugt, tí búskapurin er ov lítil til at landið kann klára seg í heimsbúskapinum og samanber Grønland og Ísland.

Hesi tíðindi vóru sera áhugaverd, tí talan eins væl kundi havt verið um Føroyar. Hoyrdi tíðindainnslagið bert við hálvum oyra og bíðaði tí við áhuga eftir endurtøku av tíðindunum, sum vanligt er, bæði á miðdegi og um kvøldið, men har kom ongin endurtøka. Helst hava tíðindini ikki verið gagnlig!

Bað tí útvarpið um tíðindastubban og er hann hesin:

»Grønland verður ongantíð eitt sjálvstøðugt land, tí fólkatalið er alt ov lítið. Tað sigur ein bretskur professari í búskaparfrøði, sum samanber Grønland og Ísland.

Londini eru alt ov smá at klára seg í heimsbúskapinum, sigur Anna Sibert, sum starvast á Birkbeck universitetinum í London, við grønlendska útvarpið.

Tað er hennara niðurstøða eftir at Ísland fór á húsagang. Hon er við í einum politiskum bólki, sum hevur eftirlit við íslendska tjóðbankanum.

Anna Sibert hevur skrivað eina vísindaliga grein, og niðurstøðan er, at Grønland kemur í somu støðu sum Ísland, um landið verður sjálvstøðugt.

- Fólkatalið í Grønlandi er bert ein fimtapart av íslendska fólkatalinum, og tí er ikki møguligt at finna ta vitan, sum skal til, fyri at reka eitt framkomið samfelag, sigur Anna Sibert.

Umframt eina umsiting, sum ikki er nøktandi, eru smá lond sárbær á øðrum økjum. Hon vísir á, at um ein ódn rakar ein amerikanskan bý, so kann stjórnin taka um endan. Fer Grønland á húsagang, so er eingin at taka um endan, og tað kostar landinum dýrt. Tað er munandi dýrari at reka eitt samfelag við fáum fólkum, enn við nógvum fólkum, sigur hon.

Framleiðslan í einum lítlum samfelag er lítil, og vinnan viðbrekin, tí merkist tað alt fyri eitt, um ein vinna fær trupulleikar.?Haraftrat kemur, at í smáum samfeløgum er persónligt samskifti og ættarbond eyðsýnd, og tað hevur avgerandi ávirkan á politisku skipanina.

Tað kann føra til vina- og kenningapolitikk og korrupsjón, sigur Anne Sibert.

Boðini frá bretska professaranum í búskaparfrøði til Grønland eru, at landið ikki eigur at stremba eftir sjálvstýri, men at halda saman við Danmark, fyri at tryggja borgararnar so væl sum gjørligt.«

Sitat endað.

Her kundi talan eins væl verið um Føroyar.