Útvarpið best av miðlunum

Útvarpið er best í áliti og dygd, tætt fylgt av teimum trimum miðlunum úr Miðlahúsinum. Tað vísir ein nýggj kanning av miðlunum í Føroyum, sum eitur Miðla- og marknaðarbarometrið, og sum Sendistovan og Lóður hava gjørt.

Kanningin stendur at lesa í nýggja netblaðnum Vinnublaðið, sum júst er útkomið, og hon gevur útvarpinum hjá Kringvarpinum eina álitisváttan, tá tað snýr seg um uppfatanina av føroyskum miðlum eftir dygd og áliti.

Hinvegin fáa Vágaportalurin, Norðlýsið og serliga Oyggjatíðindi ein dyggan frammaná viðvíkjandi dygd og áliti millum brúkararnar.

Hetta verður gjørt á einum indeksstiga frá minus 100 til 100.

Mesta álitið og bestu dygdina hevur útvarpið hjá Kringvarpinum. Men beint í hølunum á útvarpinum hjá Kringvarpinum kemur Portalurin, sum Sosialurin hevur ábyrgdina av at dagføra við tíðindum.

Sosialurin er eisini nummar trý, eitt fitt glopp frá Portalinum, meðan tann triðji miðilin hjá Miðlahúsinum, Rás2, kemur á einum fjórða plássi.

Dimmalætting er beint aftanfyri Rás2 í dygd og áliti millum brúkararnar, og Sjónvarpið hjá Kringvarpinum er í hølunum á tí.

Hesi liggja øll millum umleið pluss 28 og pluss 13.

Síðani er Vágaportalurin á einum sjeynda plássi við index umleið minus 5, meðan kristiliga útvarpsstøðin Lindin er í index umleið minus 6. Norðlýsið hevur index minus okkurt um 20, meðan Oyggjatíðindi hvørki hevur álit ella dygd sambært brúkarunum og liggur við einum index í nærheitini av minus 70.

Vinnublaðið kann lesast við at TRÝSTA HER