Tvær grindir við Sandoynna

Ikki færri enn tvær grindir eru undir landi við Sandoynna.

 

Vakthavandi á politistøðini sigur, at onnur grindin er á veg á Húsavík at verða hildin til.

 

- Hin grindin var sædd út fyri Dali, og sagt verður, at tann grindin er rættiliga stór, men vit vita einki tal at siga frá, sigur vakthavandi.

 

Hendan seinna grindin verður søgd at vera á veg suðureftir móti Suðuroynni.

 

in.fo fylgir gongdini.