Tvøst fyri nevndarsessir

Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi kroysti danska Socialdemokratiska flokkin til at stuðla donsku stjórnini í tvøstmálinum á CITES fundinum. Avleiðingin av, at Danmark atkvøddi ímóti japanska uppskotinum, kundi verðið, at Socialdemokratarnir mistu nevndarsessir á Fólkatingi

Socialdemokratarnir á Fólkatingi hava broytt støðu í málinum um sølu av tvøsti. Eftir fund við umboð fyri Norðuratlantsbólkin fara teir ar mæla donsku sendinevndini á CITES fundinum til at atkvøða blankt, tá japanska uppksotið um sølu av stórhvalatvøsti kemur til viðgerðar.
Grundin til at Socialdemokratiki flokkurin á Fólkatingi hevur broytt sína støðu í hesum máli er, at um teir ikki gjørdu tað, kundi hugsast at Norðuratlantsbólkurin fór at brúka sína ávirka í valsamstarvinum á Fólkatingi soleiðis, at socialdemokratarnir ikki fingu teir nevndarsessir á tingi, sum teir annars kunnu fáa, sigur Høgni Hoydal, føroyskur fólkatingslimur.
Hann greiðir frá, at Norðuratlantsbólkurin er við í einum valteknisku bólki á Fólkatingi, sum er við til at býta nevndarsessir. Nú Fólkatingið kemur saman til nýggja setu, skulu hesir sessir aftur býtast. Í valbókinum er millum annað Socialdemokratiski flokkurin, og hann kann missa onkran nevndarsess, um norðuratlantisku atkvøðurnar knapplig mangla.
Hetta hevur grønlendski fólkatingsmaðurin, Lars Emil Johansen, gjørt Mogens Lykketoft, formanni í Socialdemokratiska flokkinum, greitt á fundi, sum Norðuratlantsbólurin bað um.
Socialdemokratarnir á Fólkatingi hava ringar royndir av tvørum norðuratlantiskum fólkatingslimum og hava neyvan gloymt tað, sum hendi, tá Jóannes Eidesgaard í síni tíð ikki atkvøddi fyri at velja Birte Weiss til formann á Fólkatingi.
Orsøkin til fundin millum Norðuratlantsbólkin og Socialdemokaratarnar er tann, at danska stjórnin ætlaði, at danska sendinevndin á fundinum hjá CITES skuldi atkvøða blankt, tá japanska uppskotið um at loyva sølu av stórhvalatvøsti kom til atkvøðugreiðslu.
Síðan er tað hent, at stjórnin hevur fingið boð frá Europanevndini á Fólkatingi, har millum annað SF og Socialdemokratarnir eisini eru við, um at atkvøða nei. Hóast hetta kann stríða móti bæði føroyskum og grønlendskum áhugamálum.
Men eftir fundin millum Lars Emil Johansen og Mogens Lykketoft hava Sosialdemokratanrir broytt støðu, soleiðis at meirilutin í Europanevndini nú er samdur við stjórnini, og boðini til stjórnina um at áleggja sendinevndini atkvøða ímóti japanska uppskotinum verða tikin aftur. Sostatt verður tað, sum stjórnin ætlaði. At danska sendinevndin fer at atkvøða blankt, sigur Høgni Hoydal, fólkatingsmaður og limur í Norðuratlantsbólkinum.
?Vit hava brúkt tey amboð, vit hava til taks. Og í hesum førinum sær tað út til at hava gjørt mun, sigur hann.