Tá ið avtornaði á Tvøroyri í gjárkvøldið varð økið avsperra í 300 metrar rundan um brandstaðið. Tað viðførdi, at nøkur hundrað fólk - eini 300-400 fólk har áleið, ikki sluppu til húsar.
Tað er trupult at meta um, júst hvussu nógv fólk vórðu ávirkað í nátt, tí tað eru hotell, gistingarhús og annað í tí økinum, sum ikki varð atkomuligt í nátt.
Bjarni Nygaard, kunningarfólk hjá Tvøroyrar Kommunu sigur í dag, at tey løgdu kunning á netið um, hvar fólk kundu venda sær, um tey manglaðu gistingarpláss, og tað hevur riggað væl.
- Vit sótu klár við telefonini til klokkan 1-2 í nátt, men tað vísti seg ikki at vera neyðugt, tí eingin ringdi. Ivaleyst hevur gestablídni verið sera stórt í gjár, og eingin hevur havt tørv á okkara hjálp, sigur Bjarni Nyggard.
Tó so vóru fýra ferðafólk á Tvøroyri, sum búðu á hotellinum. Tey sluppu ikki heim aftur, tí hotellið liggur so mikið tætt við Varðan Pelagic. Hesi fólkini fingu hjálp frá kommununi til at finna eitt hóskandi gistingarpláss í nátt.