Tvøroyrar skúli fingið nýggjan varaskúlastjóra

Tvøroyrar skúli fingið nýggjan varaskúlastjóra.

 

Skúlastjórin hevur sett Otto Gram í starvið sum varaskúlastjóra frá 1.nov, skrivar Tvøroyrar Skúli á síni heimasíðu.

 

Otto er 47 ára gamal og tók læraraprógv í 1997 á Århus Dag og Aftenseminarium. Frá 1997-2000 arbeiddi Otto í Kommunu skúlanum í Havn, og síðan 2000 hevur hann verið lærari í Tvøroyrar skúla.

Otto er eitt kent andlit á Tvøroyri, og hevur í mong ár verið ein av oddamonnunum innan TB-flogbólt, har hann m.a. hevur fyriskipað FM-finalurnar hjá yngru deildunum.