Tvøroyrar Hornorkestur á konsertferð

Tvøroyrar Hornorkestur hevur konsert á Tvøroyri og í Vági í næstum, og skal eisini vitja hornblásarar í Havn, har venjarin frá farnum tíðum, Hugh Watkins, eisini vitjar Tvøroyar Hornorkestur hevur leygardagin klokkan 16 konsert í Tvøroyrar Kirkju, og mikudagin verður konsert í Vágs Kirkju klokkan 19:30.

Næsta vikuskiftið verður musikkstevna, og har verður Tvøroyrar Hornorkestur eisini við.

 

Watkins

Tá Tvøroyrar Hornorkestur í næstum vitjar GHM og Havnar Hornorkestur, sleppa tey eisni at hitta horn-hetjuna Hugh Watkins. Hann var eitt skifti fyri mongum árum síðani hornvenjari í Føroyum, og setti sær spor, so mong enn minnast hann. Hann var eisini ein av stovnarunum av Tvøroyrar Hornorkestri.

 

Væl fyri

Tvøroyar Hornorkestur hevur júst verið á venjingarlegu í Íslandi, har tey eisini høvdu konsert, so orkestrið er væl fyri.

Í Tvøroyar Hornorkestri spæla horntónleikarar úr allari Suðuroynni.