Ungdómar, sum umboða tær ymisku samkomurnar í Tórshavn, skipa aftur í ár fyri felags tiltaki á nýggjárinum. Hetta hevur verið afturvendandi tilak í fleiri ár og hevur verið vælumtókt og tí verður tátturin tikin upp aftur enn eina ferð.
Tað er tvørkirkjuliga ungdómsnevndin, TUN, sum skipar fyri tiltakinum.
Ein av nevndarlimunum, Barbara Jakobsen, heldur tað vera stuttligt og týdningarmikið at samkomurnar kunnu standa saman um at byrja árið við einum slíkum tiltaki.
- Við hesum tiltakinum kunnu samkomurnar leggja upp til eitt nýtt ár, við góðum samstarvi, sigur hon.
Tiltakið er í høllini á Hálsi og tað byrjar klokkan eitt um náttina nýggjársaftan. Ella 1. januar klokkan eitt, fyri at tað skal vera heilt nágreiniligt og har er mangt og hvat á skránni.