Hesaferð verður møtið í sali Frelsunarhersins í Tórshavn kl.19.30
Luttakandi samkomur/kirkjur eru: Frelsunarherurin, Fríkirkjan Oasan, Hvítusunnusamkomurnar Filadelfia og Evangelihúsið, Katólska kirkjan, Adventista kirkjan og Fólkakirkjan
Á skránni verður nógv spennandi. Har verður sangur, felagssangur, vitnisburðar og Tummas Jacobsen úr Filadelfia kemur at tala. Millum annað kann nevnast, at eitt Gospel kór úr Hoyvíkar kirkju og Martin Joensen v.m koma at syngja.
Eisini luttekur hornorkestur Frelsunarhersins.
Tað verður møguleiki at geva eina gávu á sjálvum møtinum og fer peningurin hesaferð, óskerdur til Herberg Frelsunarhersins.
Deyvatulking verður á møtinum.
Eftir sjálvt møtið verða køkur og ein drekkamuður at fáa.
Verið hjartaliga vælkomin!