Tvær vandastøður í tí nógva vindinum

Tað er framvegis nógvur vindur, men nú minkar hann skjótt

Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í gjárkvøldið og í nátt  – og tað er framvegis nógvur vindur.

 

Men løgreglan sigur, at tey hava ongar fráboðanir fingið um stormskaðar. Tó so hevur vandi verið á ferð tvær ferðir. Í fyrra førinum stúrdu fólk fyri einum byggipalli í Hoyvík, men tað fekk sløkkiliðið boð um, so har frættist einki aftur. Í hinum føri var boðað frá, at tekjan á eini garasju í var við at fara, men eigarin segði, at hann fór sjálvur at bjarga tekjuni, so har hoyrdist heldur einki aftur.

 

Tað er framvegis ringt veður, og løgreglan heitir tí á fólk um at ansa sær. Fyri eini løtu síðani vístu veðurstøðirnar hjá Landsveki hesar vindmátingar kring landið.

 

Klaksvík, Gerðabøur - Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 28 m/s 

Syðradalur - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 31 m/s 

Gjáarskarð - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 31 m/s 

Kambsdalur - Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s 

Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - Skrið, í hvirlunum upp til 41 m/s 

Tjørnuvíkarvegurin - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s 

Streymnes - Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s 

Norðuri í Sundum, Kollafjørður - Skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s 

Høgareyn - Stormur, í hvirlunum upp til 32 m/s 

Á Sandavágshálsi - Andøvsgul, í hvirlunum upp til 31 m/s 

Sandoy, á Brekkuni Stóru - Skrið, í hvirlunum upp til 25 m/s 

Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 27 m/s

 

Men nú minkar vindurin skjótt og út á fyrrapartin, og nakrar dagar fram, verður lítil og eingin vindur.