Tvær uppgerðir seinni í kvøld

Tað er fult umfar í næstbestu fótbóltsdeildini í dag. Fyrsta bríkslið var longu klokkan 13, tá ið fyrsta sparkið varð tikið í Fuglafirði, har TB er gestur á Varmakeldu.

Dystirnir í Runavík og Sørvági verða klokkan 15. Besta KÍ liðið spælir Intertoto á Svangaskarði klokkan 16. Tí er botnuppgerðin í næstbestu deildini í Klaksvík, har B36 fer at vitja, ikki fyrrenn klokkan 20.

Altjóða dysturin á grasinum á Svangaskarði er eisini orsøk til, at toppliðið B68 ikki fær vitjan av HB fyrrenn klokkan 20.

Mikukvøldið var útsetti dysturin millum HB og ÍF spældur í Gundadali. ÍF vann 3-1, eftir at heimaliðið í steðginum hevði verið á odda 1-0.

 

Støðan eftir 14 umfør

B68 40 stig

FSV04 32 stig

ÍF 25 stig

LÍF 22 stig

TB 18 stig

NSÍ 18 stig

SÍ 15 stig

HB 14 stig

KÍ 11 stig

B36 5 stig

 

15. umfar ? í dag

B68-HB Jens Petur Brattalíð ? kl. 20.00

ÍF-TB Jón Kári í Brekkuni ? kl. 13.00

KÍ-B36 Bárður Mortensen ? kl. 20.00

NSÍ-FSV04 Petur Reinert ? kl. 15.00

SÍ-LÍF Vinjard Dam ? kl. 15.00