Eftir meira enn 35 ár í kallinum sum sóknarprestur í Eiðis Prestagjaldi fer Emil Olsen frá, tá juni mánaður er liðin.
- Emil Olsen hevur røkt embætið við ídni, nærlagni og trúfesti, verður sagt á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Lagt verður aftrat, at tá Emil Olsen er farin úr embætinum, fer hann at virka sum stiftsprestur.
Emil Olsen verður tá knýttur at biskupinum og verður honum til tænastu.
Nú umsóknarfreistin var úti í gjár, vóru tveir umsøkjarar til embætið, og kirkjuráðini fara at taka støðu til umsóknirnar í næstum.
- Nýggi presturin tekur ætlandi við kallinum hin 1. juli 2019. Tað er landsstýriskvinnan í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin, verður lagt aftrat.