2. deild
Eftir at TB hevur staðið seg alt annað enn væl fyrru kappingarhálvu, tykist nú veruliga at bragda hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti.
Teir hava eisini lagt nógv fyri í royndunum at vinna seg upp í bestu deildina, og mest eyðsýnda av hesum royndunum var sjónlig leygardagin, tá botnliðið úr Gøtu vitjaði. Sasja Radosavljevic er nú komin til landið, og hóast hann ikki skoraði móti gøtumonnum, so verður hann ivaleyst ein stórur styrkur hjá TB.
Eingin ivi
At Sasja ikki skoraði, gjørdi tó ikki tað heilt stóra hesa ferð. TB vann nevnliga tryggan sigur á GÍ, og var hetta heldur ikki annað enn væntandi.
Gøtumenn hava alt árið havt sera lítið fólk at taka av, og leygardagurin var einki undantak í so máta.
Venjingarstøðan hjá tvørámonnum er eisini væl betri, enn hon er hjá teimum gulu, og longu eftir at Vagnur Nolsøe hevði skotið fyrsta málið í dystinum, var mest sum alt avgjørt.
Magni Petersen økti eftir horna undan steðginum, og eftir steðgin syrgdu Einar Petersen og Tórður Mortensen fyri, at sigurin eisini gjørdist sannførandi í tølum.
Avgera sjálvir
Spurningurin tykist so bert vera, hvørt tað hesa ferð skal eydnast TB at vinna seg upp í bestu deildina. Talan er í løtuni um eitt triðja pláss, og hóast Skála kann fara upp um, so má tó framvegis sigast, at TB hevur lagnuna í egnum hondum.
Skulu teir gera sær dælt av hesum, er tað tó eitt krav, at úrslitini framyvir gerast meira støðug, enn tey hava verið. Ikki minst hevur tað á heimavølli verið ein stórur trupulleiki, at óneyðug stig eru mist móti liðum, sum á pappírinum eru veikari, og hendan sjúkan eigur alt fyri at beinast burtur.
Næsti dysturin hevur tó helst enn størri týdning hjá tvørámonnum. Tá skulu teir nevnliga til Fuglafjarðar at royna seg, og verður talan um trý stig tá, fer brádlig
Hjá gøtumonnum stendur hinvegin einki til. Í øllum førum resta trý stig, um teir skulu sleppa undan beinleiðis niðurflyting, og sum støðan er í løtuni, er hetta helst tað frægasta, sum teir kunnu vóna um.
TB-GÍ 4-0 (2-0):
1-0: Vagnur Nolsøe
2-0: Magni Petersen
3-0: Einar Petersen
4-0: Tórður Mortensen










