Nú eru Klaksvík og Hvannasund eisini vorðin partur av Talgildu Føroyum.
Kommunurnar fáa atgongd til talgilda undirstøðukervið, og kunnu saman við 16 øðrum kommunum fara undir at menna talgildar tænastur til borgararnar á Vanganum. Klaksvíkar og Hvannasunds kommuna rinda samanlagt 2,78 mió. krónur fyri luttøkuna.
Gott 5.300 fólk búgva í Klaksvíkar kommunu og umleið 400 í Hvannasundi. Hetta merkir, at tað nú eru umleið 45.000 føroyingar fevndir av kommunala samstarvinum við Talgildu Føroyar.
– Írestandi kommunurnar eru hugaðar í at luttaka í felags menningini av talgildum tænastum. Ein av stóru fyrimununum við felags menning er, at nógv kann endurnýtast – stovnar og kommunur fáa sostatt stóra nyttu úr samstarvinum, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.
Í oktober í fjør vórðu Samleikin og Vangin tikin í nýtslu. 14.000 føroyingar hava longu skrásett sær Samleikan og kunnu brúka tænasturnar hjá teimum sjey tænastuveitarunum, ið longu eru á Vanganum.











