Tvær herliga og erligar damur sum duga

Bjørg og Maria eru tvær kreativar og persónligar kvinnur. Tær hava eygað fyri litum og samansetingum, og so hava tær hug og dirvi til at royna seg innan allar greinar av handverki, list og handarbeiði. Og so bróta tær siðbundnar normar og góðkendar linjur.
Fá íblástur frá tveimum skapandi og øðrvísi hugsandi listakvinnum, sum við teirra tilvitaða stíli, vekja hugin at royna nakað nýtt og forkunnugt.

Bjørg Djurhuus og Maria Smith eru ikki sum hini, tí tær eru tvær óvanliga kreativar listakvinnur við nógvum yvirskoti og fleiri hugskotum. Tær hava báðar fingið ta gudgivnu gávu at duga at fáa nógv burtur úr ongum, og so síggja tær møguleikar allastaðni. Og hóast tær eru sera opnar fyri øllum tilfari og litum, so eru tær ómetaliga tilvitaðar um, nær okkurt riggar og nær tað bara ikki riggar. Vit hava vitjað heimini hjá teimum báðum, og hóast tær hava rættiliga ymiskan stíl, so frøast vit um at fáa høvi til at fáa íblástur frá hesum spennandi og øðrvísi hugsandi kvinnum.

Skapandi samleikin
Bjørg: Tað eru ongi mørk fyri, nær og hvar eg eri skapandi. Og tá gloymi eg púrasta meg sjálva burtur  gloymi at sova og at eta. Tilfar og hugskot finni eg allastaðni, og eg nýti allar arbeiðshættir. Mær dámar væl at mála, at arbeiða við leiri, rekaviði, gróti, binda og seyma. Stundum fáist eg við list, og aðrar tíðir er talan um størri verkætlanir í heiminum. Eg haldi at við at vera skapandi, koma kenslur mínar til sjóndar, og eg fái tað fram, sum bilgist innan í mær. Og tað krevur, at eg má gera mær greitt, hvat eg vil hava fram við verkinum. Til dømis eri eg farin undir at mála eina mynd av ommu, sum doyði herfyri. Um herðar hennara máli eg eitt skjal, og eg síggi, at eg verði ikki liðug við skjali  máli alla tíðina omaná tað - líkasum fyri at fjálga um hana. Soleiðis haldi eg, at kenslurnar koma til sjóndar, tá eg skapi, og eg ivist ikki í, at tað er stimbrandi fyri sansirnar, sjálvsvirðingina og samleikan at liva við listini og at vera ein skapandi menniskja.
Eg kenni meg hepna, at eg undirvísi í myndlist, tí tað setir eisini krøv til, at eg fylgi við í tí, sum fer fram á økinum, og tí gangi eg millum annað eisini til leir í kvøldskúlanum.

Maria: Eri púra samd við Bjørg, og fyri mítt viðkomandi hevur tað stóran týdning at koma burtur frá vanliga gerandisdegnum og fara inn í ein annan heim. Eg eri alla tíðina skapandi, bæði í tonkum og ítøkiliga. Eg dugi væl at tekna, men eg geri alt møguligt annað eisini, seymi, máli, bindi, liti, klippi. Føli, síggi og maneréri. Lá tað til mín, so gekk eg til allar lærugreinarnar hjá kvøldskúlanum. Eg havi roynt meg innan nógv ymisk øki, men eru nú komin hartil, at eg ynski at fara í dýpdina við einari grein burturav. Tí havi eg valt mær nakrar hættir út, og skjótt skal eg velja eina fram um hinar, sum eg síðani ætli mær at savna meg um. Og eg kundi ómetaliga væl hugsað mær at arbeitt og livað av einari listagrein burturav, tí eg vil arbeiða við tí, sum eg kenni er samleikin hjá mær. Skilji ikki, at vit ikki hava ein listaskúla í Føroyum, har vit kunnu taka eina útbúgving innan handverk og list, tí her eru so nógv skapandi fólk. Og skapandi lærugreinarnar verða í alt ov stóran mun undirmettar í fólkaskúlanum, so børnini koma fullkomiliga skeiv út í hinum endanum, tí tað verður bara fylt á vinstra part av heilanum. Í hesum sambandi haldi eg tað vera áhugavert at nevna, at í framtíðini verður tað innovatión, sum fer at vera í hásæti bæði á arbeiðsmarknaðinum og privat. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað verða kreativu tankarnir og tey skapandi menniskjuni, sum seta dagsskránna, og so fara feminar dygdir sum kenslusemi og samskifti í nógv størri mun at verða eftirspurdar.

Lívið sum skapandi
Bjørg og Maria eru samdar um, at tað óruddar illa, at vera so kreativar. Tær síggja møguleikar í lutum, sum onnur ikki virða, og hava eina goymslu við alskyns tilfari, gomlum møblum, toyi, brotnum glasi, rørum, gróti og so framvegis. Tí hava tær eisini innrættað seg heima, so tær hava góðar umstøður at arbeiða og at goyma tilfar og amboð. Eitt nú hava báðar eitt stórt seymiborð við seymimaskinu og øllum greiðum til handarbeiði, og tær hava gott ljós, har tær mála. Her er vert at nevna, at seymiborðið hjá Mariu, er ein gomul hvít hurð, sum hon hevur sett bein undir. Og Bjørg greiðir frá, hvussu tey fingu meira burturúr plássinum á loftinum, so tey eisini sleppa undan at hava arbeiðsborðið inni í hjúnakamarinum.
- Dóttirin fekk okkara stóra sovikamar, meðan eg og maðurin fingu tvey smá kømur, sum liggja lið um lið. Nú sova vit í øðrum kamarinum og hava gjørt eitt hurðaop inn í hitt, har eg havi innrættað meg við seymigreiðum, staffelii og tílíkum.
Og Maria skoytir uppí: Eg oyðileggi nógv, tí eg eri ikki bangin fyri bara at royna meg. Nýggir skógvar fyri túsund krónur, sum eg líka máli, men við skeivari máling. Litaðar sleivir og grýtur, málingablettir á gólvinum og so framvegis. So tað nyttar onki at vera ov eym um tingini, og tað kann vera nokkso dýrt í longdini!

Persónligi stílurin
Maria: Mær dámar ómetaliga væl at blanda tað ráa og grova við tað fína og skroypiliga. Elski betong, reinar linjur og sum heild tað ljósa og einfalda. Orki ikki, tá alt er ov væl innballað, so sum at múra rør inn í veggin. Vil síggja tingini - annars fái eg klaustrofobi. Tí fekk eg millum annað Skipasmiðjuna til at sveisa eitt stálstativ til eitt lítið baðikar, so tað nærum hongur í leysari luft. Og veggirnir skulu vera hvítir, meðan eg kryddi við litaðum lutum. Eisini dámar mær væl at brúka tingini til annað, enn tey upprunaliga vóru ætlað til. Millum annað eru køkutallerkarnir í veruleikanum nakrir mynstruttir fýrakantaðir glasplattar til at seta stearinljós á.
Eg haldi, at tað virkar so óbúgvið, tá stílurin er sum tikin púra ótilvitað burtur úr einari bústaðarlýsing, tí tað tykist sum at viðkomandi hevur ikki funnið sín persónliga og erliga stíl ella samleika. Eg hevði í øllum førum ikki tímað tað.

Bjørg: Tað grova og maskulina talar til mín, men samstundis eri eg eisini til fín motiv av børnum og fuglum og til glaðar litir. Eg brúki bara náttúrutilfar og havi ikki hug at vera ein partur av brúkaramentanini. Næstan alt innbúgvið hjá okkum er endurnýtsla, keypt á loppumarknaði, arvað og funnið ymsastaðni. Øll klæðini hjá mær sjálvari keypi eg sum second-hand, og so seymi eg tey um og geri við. Hetta er slíkt, sum eg gleðist um í tilveruni, og tað hevur stóran týdning fyri meg at fylgja tilgongdini, tá lutir, klæði, verk og innbúgv verða til. Tí geri eg so nógv sum gjørligt sjálv, og eri tilvitað um, at alt í lívinum er ein tilgongd, sum eg vil vera ein heilur partur av. Tí hevði tað heldur ikki sagt mær nakað, at fingið eini perfekt arkitektteknað hús, har fremmand og professionel fólk gera alt tiptop liðugt og nýtt.

Bústaður og lívsstílur
Bjørg: Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at heim okkara er hugnaligt. Og so skal tað vera andliga og handliga stimbrandi fyri bæði børn og vaksin. Húsini eru eini smá svørt føroysk hús við sprossavindeygum, og innrættingin og innbúgvið skulu endurspegla tað, sum vit takast við. Tí hava vit bara ein lítlan sjónvarpskrók, men eitt gott stereoannlegg, og klaver. Nógv stór borð og tekni- og máligreiðir allastaðni. Nógvar bøkur eru inni, tí bøkur eru lív og sál. Børnini skulu eisini mennast til skúlan og tað bókliga, og í bókunum er sonn skapanargleði og list. Vit eru nógv úti, og er tað turt í veðrinum, so eta vit stórt sæð allar máltíðir úti í garðinum, sum eisini er innrættaður við fleiri smáum krókum, so tað altíð ber til at finna lívd. Tí hava vit eldstað, bæði inni og úti.

Maria: Vit brúka eisini nógva tíð til at práta um, hvussu vit vilja liva. Fyrr hevði eg hug at ilskast inn á veðrið, men tað geri eg ikki longur, tí tað hevur ongan týdning. Kenslan av, at hetta havi eg sjálv gjørt, er fantastisk, og tað er ein himmalvíður munur á einum livandi luti, sum onkur hevur gjørt tilvitað, og so einum keyptum og deyðum luti. Energiir gera nógv við meg, og eg verið ómetaliga nógv ávirkað av eitt nú stemningum og litum. Verið beinleiðis ússalig og fái kvalma, um onkur leggur meg inn í eitt kamar við skeivum og ljótum litum  appilsingult við svørtum.. Men samstundis vil eg bara hava tað besta, um eg eitt nú geri ella keypi okkurt. Vil ikki lata meg lynda við okkurt skrambul ella eina hálva loysn. Til dømis, tá ið vit skuldu gera baðiverilsi í stand, fingu vit nøkur tilboð, og tað vísti seg, at vinyl helst fór at vera frægasta loysnin í mun til íløguna, sum vit høvdu hugsað okkum. Men eg orki ikki fyri vinyl, tí tað virkar so kunstigt og stramt. So vit valdu bara onki at gera, og heldur bíða til vit fáa ráð til tað, sum vit veruliga vilja hava. Eg skilji ikki at fólk kunnu liva í einum ljótum og tilvildarligum umhvørvi, ella lata seg lynda við loysnir, sum tey ikki hava valt út frá, um tær eru vakrar og funktionellar.

Eru ikki keypitrælir
Maria: Tað er syndarligt, at fólk halda seg kunnu keypa eydnuna. Tíbetur haldi eg, at vit eru í einum tíðarstreymi, har fólk í størri mun venda sær til tey innaru virðini - back to basic. Tey er troytt av, at marknaðurin í ídnaðarsamfelagnum er sloppin at áseta tørvin hjá okkum menniskjum og at stýra lívinum.

Bjørg: Lýsingarmarknaðurin freistar okkum alla tíðina til at skifta út og at laga okkum til nýggjasta mótan og rákið, og alt snýr seg um at fylgja við. Í staðin haldi eg, at fólk skulu royna at taka eina sjálvstøðuga avgerð. Her er eisini vert at nevna umfatandi dálkingarvandan, sum stendst av ovurnýtsluni, og í hesum sambandi vil eg heita á kommunurnar um at gera nógv meira við at seta upp endurnýtslustøðir. Eitt nú hevur talan mangan verið um, at Tórshavnar Kommuna átti at sett eina endurnýtsluhøll upp á Sandvíkarhjalla, so allir teir góðu lutirnir, ið fólk beina burtur, kunnu koma øðrum til gagns. MARIA SMITH

Maria Smith er 39 ára gomul, handilskvinna, og býr uppi undir Varða í Havn saman við manninum og 15 ára gomlu dóttrini. Heimið er innrættað og ber dám av, at her býr ein estetisk familja, har handarbeiði, list og tónleikur eru í hásæti. Málningar og tekningar, sum hanga og standa runt í húsinum, hevur Maria sjálv gjørt, og nógv av hugskotinum til innrætting eru øðrvísi og sera inspirerandi á at líta.
Maria hyggur, følir og manerérar, sum hon sjálv tekur til, og henni dámar væl at bróta siðbundnar reglur og symmetri. Alt innbúgvið er endurnýtsla, og meginparturin er tílíkt, sum verforeldrini hava átt. Maria seymar nógv, eitt nú betrekkir hon pútur og sofuna, litar toy og stores, brúkar eina hurð til seymiborðplátu og hevur litað øll tey slitnu handkløðini svørt. Og so kundi hon hugsað sær at mála alt træverkið í húsinum hvítt og gólvini svørt!

Skrekkurin:
Gávur  orki ikki fyri at fáa gávur. At noyðast at taka støðu til ting, sum eg ikki sjálv havi valt ella biðið um. Eg haldi, at vit skulu hugsað okkum væl um, áðrenn vit dragsa ting inn til onnur. Gevið heldur upplivilsir, so sum ein túr í biografin ella massagu..

Lukkan er:
- At súkkla oman á Sandágerð og stinga bibburnar í vatnið  tað er lukkan!

Skrekkurin: Vinyl!!


Maria sigur: Eg verið púra perpleks av stressi - missi bæði gongulag og handalag.


BJØRG DJURHUUS

Bjørg Djurhuus er 41 ára gomul, lærari, og býr í Eysturbýnum í Havn saman við manni og trimum børnum. Heimið er hugnaligt, persónligt og merkt av, at her býr ein familja, sum hevur gjørt sær greitt, hvussu hon við liva, og hvønn tørv heimið skal uppfylla. Allastaðni koma listaverk og onnur úrslit av kreativitetinum hjá Bjørg til sjóndar, og væl av plássi er, at øll kunnu vera skapandi. Bjørg leggur áherðslu á at vera opin fyri øllum sløgum av træi og litum, og at heimið er ber dám av at vera andliga og kropsliga stimbrandi, við tónleiki, bókmentum, list og einum virknum uttanduralívi.

Skrekkurin:
Tubberware homeparties  viðhvørt verði eg boðin til Tupperwareparty, og eg fari sum oftast við ringum tannabiti. Eg vil helst ikki siga nei, tí tað er so synd og ófólkaligt  men alt hatta hesliga plasti, hópframleiðslan, bólkatrýstið og so kvinnan í køkinum  nei tú, tað er skrekkurin.

Lukkan er:
At gera eina vakra salat og at uppliva litspælið, tá eg drússi svartar olivin yvir  tað er lukkan!

Skrekkurin:
At borðreiða ein rætt, sum ongir litir eru í, so sum hvítan fisk og epli. Og at seta grýtur og mjólkapakkar á borðið.

Bjørg sigur: Tá stílurin er ov reindyrkaður, kemur sjáldan nakað nýtt inn í heimið, og úttrykkið verður keðiligt og deytt.