TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr løtuna tá Sámal Erik "Bagge" Hentze (Víkingur) og Erik Ernesto Nielsen (EB/Streymur/Skála) fingu heiðurin at verða ársins venjarar 2017. Fyri seks døgum síðani vóru teir eisini heiðraðir sum ársins venjarar hjá fótbóltsvenjarafelagnum.
2) Hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Bagga og Óla Ejdesgaard, hjálparvenjara hjá EB/Streymi/Skála, sum tók ímóti heiðrinum vegna Erik Ernesto Nielsen.
Bæði Bagge og Ernesto Nielsen eru farnir úr størvunum hjá liðunum teir hava ført til FM-gullið í ár, og nú mugu Víkingur og EB/Streymur/Skála royna at endurvinna FM við nýggjum høvuðsvenjarum.