Tvær ferðir Fípan Fagra

Í dýrdarveðri á Skála leygardagin varð Fípan Fagra lyft upp um høvd tvær ferðir. Dreingirnir bastu kappingarneytunum á Rituni, og kvinnurnar steðgaðu sigursrøðini hjá Sílinum

Stutt eftir klokkan trý skeyt startdómarin fyrsta FM róðurin á Skála í gongd, og sjey manningar spentu í. Tjaldrið úr Runavík fekk besta startin, men skjótt var tað greitt, at kappingin aftur fór at standa millum Rituna úr Norðdepli og Hvannasundi og Fípuna Føgru úr Klaksvík. Men eina løtu hevði Blikur av Argjum eisini hug at blanda seg upp í stríðið um oddasessin, so tá vóru tríggir bátar, ið fegnir vildu vera fremstir.
Men dreingirnir á Fípuni Føgru høvdu ein avbera góðan miðróður og løgdu seg góða hálva bátslongd framum, tá hálvt málið varð rógvið. Ritan svaraði tó aftur, so lagt varð upp til, at enn ein róður hjá 5 mannaførunum við dreingjum fór at snúgva seg um brotpartar av sekundum. Men í teimum allarseinastu tøkunum økti Fípan Fagra aftur og fór um málið eitt gott sekund, áðrenn Ritan. Blikur fekk triðja plássið, og Tjaldrið, sum fekk ein góðan start megnaði ikki at halda tørn og endaðu næstaftastir.

Óvæntað úrslit
Tá startdómarin skeyt kvinnuróðurin hjá 5 mannaførunum í gongd, var tað fáur, ið mundi ivast í, at Sílið úr Havn helst fór at vinna tann róðurin. Men tað var Blikur av Argjum, sum legði seg á odda beinanvegin, og tær hildu oddasessin longi. Kappingin stóð einamest millum Blik og Frúnna um fyrstaplássið ta fyrstu helvtina av teininum. So við og við kom tó Sílið fyri seg og í hølunum á teimum kom Fípan Fagra sum ein pílur gjøgnum sjógvin. Tær løgdu bæði Blik og Sílið aftur um seg og løgdu seg trygt á odda. Har vórðu tær liggjandi allan vegin inn á málið. Eitt sera óvæntað úrslit, tá hugsað verður um, at tær blivu nummar fimm á Varmakeldu. Sílið bleiv nummar tvey, og Blikur kom sum triðji báturin á mál.

<TT$?$end$!$5 mannafør dreingir</TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$1 Fípan Fagra 05:00.00 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$2 Ritan 05:01.03 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$3 Blikur 05:06.17 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$4 Drekin 05:09.10 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$5 Sílið 05:10.17 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$6 Tjaldrið 05:12.14 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$7 Dúgvan 05:32.00</TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$ </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$5 mannafør kvinnur</TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$1 Fípan Fagra 05:29.12 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$2 Sílið 05:31.01 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$3 Blikur 05:33.20 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$4 Frúgvin 05:35.16 1G </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$5 Drekin 05:37.24 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$6 Royndin Fríða 05:38.24 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$7 Ritan 05:40.02 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$8 Firvaldur 05:45.04 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$9 Ørnin 05:48.07 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$10 Junkarin 05:49.22 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$11 Falkur 06:03.05</TT$?$end$!$