Tvímælt jólanátt hjá Eivør

Eivør hevur skrivað jólalag til kór og fer í vikuskiftinum á konsertferð við trimum kórum og GHM til Vestmanna, Gøtu og Havnar. Vikuskiftið eftir eru konsertir við trimum íslendskum kórum á skránni í Reykjavík

Jólatónleikur
 
Eivør Pállsdóttir hevur eftir áheitan frá Langholtskórinum í Reykjavík skrivað jólasangin Jólanátt, ið bæði føroyingar og íslendingar sleppa at hoyra næstu vikurnar. Eivør plagdi at syngja við Langholtskórinum um tað mundið, tá hon flutti til Íslands, so hon kennur væl kórleiðara, sangarar og fólkini rundan um kórið.
Hvørt ár um jóltíðir hevur kórið saman við tveimum øðrum kórum. Hetta eru vanliga væl vitjaðar og væl dámdar konsertir. Í ár ynskti kórið at framføra eitt nýskrivað lag við føroyska sangfuglinum, ið íslendingar hava tikið til sín. Eivør sigur við Sosialin, at hon helt hugskotið vera gott og skrivaði lagið Jólanátt. Hon hevur sjálv gjørt bæði orð og lag. Ein íslendskur prestur hevur síðan umsett yrkingina til íslendskt.
 
Geila upp
Bæði Eivør og kórið eru stak væl nøgd við úrslitið. Mánadagin fóru tey saman við einum hørpuleikara og gentukórinum Gratuale Nobelig í upptøkuhølið at spæla lagið inn til útvarp og sjónvarp. Hetta var fystu ferð, at Eivør hoyrdu endaligu útgávuna av lagnum, og hon helt tað rigga ordiliga væl. Hon var eitt sindur ovfarin av, hvussu nógv fólk geilaðu hetta upp, og hon skilti á lagnum, at bæði íslendskt útvarp og sjónvarp ætla at spæla lagið nógv upp til jólar.
 
Trý føroysk kór
Eivør greiðir frá, at tað er ordiliga stuttligt at hoyra ein hørpuleikara spæla eitt lag hjá sær, hetta er jú ikki eitt serliga vanligt ljóðføri í Føroyum. Eivør sigur, at eisini føroyingar sleppa at hoyra lagið. Tí hetta vikuskiftið luttekur hon á konsertum við GHM, Kamarkórinum, Vestmanna Sangkóri og Felagskórinum Gøta/Leirvík. Eivør og felagskórið Gøta/Leirvík fara at framføra føroysku útgávuna av lagnum. Í Føroyum verður tó eingin harpuleikari.
 
Tríggjar konsertir í hvørjum landi
Konsertirnar verða fríggjakvøldið kl. 20 í ítróttarhøllini í Vestmanna, leygardagin kl. 15 í Gøtu Kirkju og sunnudagin kl. 16 í Vesturkirkjuni. Eivør fer somuleiðis at syngja nakrar aðrar sangir. Henda konsertferð verður í staðin fyri vanligu jólakonsertirnar, sum Eivør er vorðin kend fyri seinnu árini.
Kór parturin av konsertini verður skipaður soleiðis, at kórini syngja tveir sangir hvør í sínum lagi, síðan syngja øll kórini saman við GHM. Tað er Kári Bæk, ið stjórnar orkestrinum og felagskórinum.
Vikuskiftið eftir fer Eivør til Íslands at framføra saman við íslendsku kórunum á trimum konsertum. Síðan skundar hon sær til Føroyar at halda jól við familjuni.