- Talan er eina familju við tveimum børnum í aldrinum 3 og 5 ár, veit heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen at siga frá.
Fólkatalið verður tá næstan tvífaldað. Í løtuni eru fimm fólk fastbúgvandi á oynni, trý vaksin og tvey børn, sum eru 1 og 3 ára gomul. Fólkatalið verður tí íalt níggju, tá ið tann nýggja familjan er komin til oynna. 
Sagt verður tó, at øll fýra børnini eru undir skúlaaldur, so skúlagongd verður ikki tað fyrsta árið.










