Tvíburar við ymiskum pápum

- Tá ein pólsk kvinna um dagarnar føddi tvíburar við tveimum ymiskum pápum, var hetta áttandu ferð í søguni, at slíkt er skrásett, skriva pólskir fjølmiðlar.

Ein pólsk kvinna hevur føtt tvíburar við tveimum ymiskum pápum. Kvinnan var vorðin við barn við manni sínum, men hevði havt ein annan elskara.

Eftir at hon føddi tvíeggjaðar tvíburar, gentu og drong, hevur hon biðið um hjúnarskilnað.

Tá kvinnan bað um royndir, sum skuldu prógva, at maður hennara ikki var pápi til børnini, vísti tað seg, at hann var pápi til dreingjabarnið, men ikki til gentubarnið.

- Tvíburar við tveimum ymiskum pápum er sera sjáldsamt, men hetta er møguligt, tá ein kvinna framleiðir tvey egg og hevur samlegu við ymiskum monnum, tá hon hevur eggloysing, skriva pólskir fjølmiðlar.