Í løtuni standa útvið 1000 fólk á bíðilista hjá bústaðafelagnum Bústaðir til íbúðir kring landið.
Størsti tørvurin á íbúð er í Tórshavn.
Síðani 2. september í ár hevur verið møguligt at skriva seg upp á listan hjá Bústøðum til leigubústað, og líka síðani hevur stórur áhugi verið hjá fólki at sleppa á íbúðarlistan.
Øll tey, sum skriva seg á bíðilistan áðrenn mánakvøldið 30. september á midnátt, verða skipað tilvildarliga á listan.
Tey, sum ikki hava skrivað seg á listan í tíðarskeiðinum 2.-30. september, fara aftast á bíðilistan, og tískil ræður um at skunda sær at skriva seg upp til íbúð áðrenn mánakvøldið á midnátt.










