Turt gólv hjá TG Seafood

Mánadagin koma partrolararnir Hamranes og Breiðanes ætlandi inn at landa, og tá verður aftur fiskaarbeiði á fiskavirkinum í Hvalba

Fiskivinna

Hesa vikuna hevur verið turt gólv á virkinum hjá TG Seafood í Hvalba.
Eingin landing hevur verið síðan fríggjadagin, tá partrolararnir Hamranes og Breiðanes vóru inni við umleið 60.000 pundum.
Hetta var ein stuttur túrur hjá skipunum, sum brutu túrin av fyri at byrja nýggjan túr.

Í Norðsjónum
Í Hvalba siga tey, at djúpvatnstrolararnir Sjagaklettur og Steintór í løtuni fiska upsa í Norðsjónum saman við øðrum føroyskum trolarum.
Nær Sjagaklettur og Steintór koma inn at landa, og hvar veiðan verður seld og løgd upp, tá túrur er lokin, veldst um, hvar skipini fáa besta prísin.

Partrolararnir
Mánadagin komandi verður aftur fiskaarbeiði á virkinum hjá TG Seafood í Hvalba, tá partrolararnir Breiðanes og Hamranes væntandi koma innaftur at landa.
Breiðanes og Hamranes hava havt stóran týdning fyri ráfiskatilgongdina til TG Seafood, síðan teir vórðu keyptir til Hvalbiar og fóru í vinnu.
Delta Seafood á Tvøroyri hevur arbeitt nakað av toski hesa vikuna, sum felagið hevur keypt á uppboðssølu.