Turt gólv fyri fyrstu ferð í ár

- Tað er óheppið fyri skúlanæmingarnar, sum plaga at arbeiða hjá okkum í frítíðini, at júst hendan vikan skuldi roynast so illa, sigur virkisleiðarin á Fiskavirking í Saltangará.

Fiskivinna
Fyri fyrstu ferð í ár, hevur einki fiskaarbeiði verið á virkinum hjá Fiskavirking í Saltangará vegna rávørutrot.
 - Vit mistu onkran dag í februar, tí vit framdu nakrar broytingar inni á virkinum, men týsdagurin og mikudagurin í hesi vikuni eru teir fyrstu í ár, har arbeiðsfólkið hevur verið heima, tí eingin fiskur er inni á gólvinum, sigur Jason Johannesen
 Hann heldur ikki, at rávørutrotið botnar í vánaligum fiskiskapi beint nú.
- Flestu skipini, sum fiska upsa, vóru inni í síðstu viku, og nýggi túrurin hjá
skipunum er ikki liðugur enn.
Jason dugir ikki at siga, um nøkur landing verður hesa vikuna, men
komandi mánadag landar Vesturvarði í Saltangará. Í gjár høvdu teir 700 kassar inni.
 Vesturvarði landaði annars í Saltangará mikudagin í síðstu viku, og Vesturskin landaði fríggjadagin. Tann fyrri var mest sum fullur; tann seinni hevði eini 130.000 pund.
 Aftrat hesum keypti virkið í Saltangará 70.000 pund av upsa frá P/F Beta síðsta fríggjadag.
 - Tá ið hendan vikan byrjaði, lá nakað av fiski eftir frá vikuni fyri, men mánadagin vórðu vit liðug við fiskin, sigur virkisleiðarin.
 Og síðan hevur verið turt gólv í Saltangará.

Keðiligt?
Spurdur, um fiskafólkini ikki fegnast um nakrar frídagar, nú arbeiði hevur verið støðugt alt árið, sigur Jason:
 - Jú, tað gera tey ivaleyst, men tað var nú keðiligt, at rávørutrotið júst rakti hesa vikuna, nú skúlarnir hava heystfrí.
Hann sigur, at vanliga arbeiða nógvir skúlanæmingar á virkinum í frítíðini, og
eisini nú í heystfrítíðini hava fleiri spurt um arbeiði á virkinum.
 - Hetta merkir so, at røsku skúlanæmingarnir, sum plaga at hjálpa okkum í frítíðini, ikki tjena tær krónur, teir annars høvdu gjørt.
Jason Johannesen sigur, at eina slíka viku hevði nógvur fiskur fingist ígjøgnum
maskinurnar, um alt var sum vanligt.