Seinastu dagarnar hevur bátahylurin í Hovi staðið púrasta tómur. Her er hvørki sjógvur ella bátar.
Nakrar samansveisaðar stálplátur eru settar fyri munnan á hylinum, og sjógvurin er pumpaður út.
Bátahylurin í Hovi hevur í fleiri ár havt portur fyri innsiglingina, og nú hetta portrið er vorðið gamalt, er neyðugt við ymiskum ábótum.