Turkar longri enn nakrantíð fyrr

Senegal misti møguleikan at gerast fyrsta afrikanska liðið í eini HM-hálvfinalu, tá Turkar eftir ein sera undirhaldandi dyst fingu gylta málið

HM-fótbóltur

Talan var avgjørt um ein av mest undirhaldandi dystunum í HM-kappingini, tá Turkaland og Senegal skuldu gera av, hvør teirra skuldi verða partur av hálvfinaluni í HMN-kappingini.
Hvørki av liðunum hevði nakran tíð áður vunnið seg so langt í HM-høpi, og tað var sjónligt frá fyrsta bríksli, at báðir partar eisini ætlaðu sær longri.

Fyrstu løtuna var tað serstakliga Senegal, sum herjaði á, og teir høvdu eisini bóltin í málinum ta einu ferðina, men tað málið varð kolldømt, tí undan hesum hevði ein Camara verið rangstaddur, tá hann á turkisku mállinjuni bjargaði skotroynd!
Spakuliga tók Turkaland yvir, og sum dysturin leið, so vóru tað helst teir, sum vóru naskastir, tó at Senegal í kvika og teknisk sterka Diuff alla tíðina hevði ein leikara, sum megnaði at fáa okkurt burtur longu framspælingunum.
Hóast undirhaldandi, so komu eingi mál í teimum 90 minuttunum. Serstakliga hevði turkiski málkongurin, Hakan Sukur fleiri góðar møguleikar, men málturkur hansara undir HM stóð við, og so gjørdist neyðugt við longdari leiktíð.
Undan hesum var Sukur skiftur út við Ilhan Mansisz, og hesin skuldi fáa avgerandi týdning fyri dystin. Bert tríggir minuttir vóru leiktir av longdu leiktíðini, tá hann var fyrstur á einum innleggi, og við høgra beini beindi bóltin yvir í handara síðunet.
Eitt gylt mál hjá Turkalandi, sum við hesum hevur leikt seg fram til fyrstu HM-hálvfinaluna í søguna hjá landinum.

Senegal-Turkaland 0-1 eftir longda leiktíð
0-1: Ilhan Mansisz,, 94