Fleiri hundrað turkiskir stjórnarhermenn hava í dag verið inni í Norðurirak og jagstrað hermenn hjá kurdiska uppreistrarherinum PKK. Sagt verður, at teir turkisku hermenninir fáa hjálp frá tyrlum og flogførum.
Tað turkiska álopið er hevnd fyri, at kurdiskir uppreitrarmenn beindu fyri 24 turkiskum stjórnarhermonnum í einum álopi á eina herstøð fyrr í vikuni. 18 turkiskir hrmenn vórðu særdir.
Ein talsmaður fyri turkisku herleiðsluna sigur, at min st 21 PKK-hermenn eru falnir í mótálopinum í dag. Kurdarnir siga hinvegin, at teir óttast ikki turkiska herin.