Turkiska stjórnin er til reiðar at royna seg sum semingsmann í málinum um teir bretsku herflotamenninar, sum eru fangar í Iran. Fyribils eru turkar sinnaðir at royna at fáa iranar at lata Faye Turney leysa. Hon er einasta kvinnan ímillum fangarnar, og tað ljóðar, at iranska stjórnin hevur játtað at umhugsa eina tílíka áheitan.
Turkiskir fjølmiðlar siga, at Tayyip Erdogan, forsætisráðharri, tosaði við iranska forsetan, Mahmoud Ahmadinejad, í gjár um teir bretsku fangarnar.
Iranska sjónvarpið sigur, at forsetin hevur givið boð um, at tann turkiska áheitanin skal fáa eina góða viðgerð.










